Merktur grindahvalur kavar djúpt

Merktur grindahvalur kavar djúpt
Grindin, sum var merkt í Fuglafirði, hevur seinastu vikuna hildið til í dýpinum millum Hatton banka og Rosemary banka
Grind var merkt í Fuglafirði 3. september og Klaksvík 16. september.
Mynd: Havstovan  
 
25.10.2024 - 15:12

Grindahvalurin, sum var merktur í Fuglafirði 3. september, hevur kavað niður á meir enn 1100 metra dýpi.

Hetta er djúpri, enn nakar annar merktur grindahvalur hevur kavað, sigur Havstovan.

Grindin er enn suðuri á umleið 59. breiddarstigi. Seinastu vikuna hevur hon hildið til í dýpinum millum Hatton banka og Rosemary banka.

Grindin, sum var merkt í Klaksvík 16. september, hevur alla tíðina ferðast suðureftir, men vendi í gjár á 50. breiddarstigi.

Í dag hevur tann grindin ferðast 35 fjórðingar norður eftir aftur, skrivar Havstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985