Royna semju um makrelin í desember

Royna semju um makrelin í desember
Strandarlondini eru samd um heildarveiðuna næsta ár, men eftir er at semjast um, hvussu tonsini skulu býtast millum londini
Heildarveiðan av makreli næsta ár verður 577.000 tons.
 
31.10.2024 - 08:14

Strandarlondini fara at royna at fáa semju um, hvussu tey skulu býta makrelin millum sín, á fundi í London 16. og 17. desember, skrivar íslendski miðilin Fiskifréttir.

Fyrst í 2025 verður fundur um, hvussu svartkjafturin og sildin skal býtast millum londini.

Londini eru samd um heildarveiðuna næsta ár.

Semja er um eina millión og 447.054 tons av svartkjafti, 401.794 tons av sild og 576.958 tons av makreli.

Men eftir er at semjast um, hvussu tonsini skulu býtast millum londini.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655