Trump er farin at manna liðið

Trump er farin at manna liðið
Roknað verður við, at senatorurin Marco Rubio verður nýggjur uttanríkisráðharri
Donald Trump vann amerikanska forsetavalið fyri einari viku síðani.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
12.11.2024 - 09:30

Donald Trump, sum fyri einari viku síðan vann amerikanska forsetavalið, er so smátt farin at seta nøvn á tey, sum skulu hjálpa sær at fáa sín politikk framdan, tá forsetaskeið hansara byrjar 20. januar næsta ár. 

Danska kringvarpið  skrivaði í morgun eitt sindur um tey, sum eru sett, og eisini eitt sindur tey, sum sambært amerikonskum miðlum fáa sæti í nýggju stjórnini, og fyrsta navnið, sum verður nevnt, er Susie Wiles, sum verður starvsfólkaovasti í Hvítu húsunum.  


Susie Wiles. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Susie Wiles stóð á odda fyri valstríðnum hjá Trump hesaferð, og hon verður fyrsti kvinnuligi starvsfólkaovasti í søguni. Og Stephen Miller, sum var rágevi og røðuskrivari hjá Trump í fyrra valskeiðnum, skal sambært keldum vera varamaður hjá Susie Wiles. 

Tilflytarapolitikkurin var eitt av stóru málunum í valstríðnum, og Donald Trump hevur sett Tom Homan at hava eftirlit við landamørkunum.

 

Keisari

Donald Trump skrivar á sínum egna sosiala miðli, Truth Social, at Tom Homan verður keisari á øllum landamørkunum, tí hann skal taka sær av bæði norðaru og syðru mørkunum og eisini tí, sum kemur inn í landið sjóvegis og loftvegis. Og hann skal eisini taka sær av at flyta ólógligar tilflytarar aftur til upprunalandið. 

 

Tom Homan. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Greitt er eisini, at Elise Stefanik verður nýtt ST-sendifólk hjá USA.

Í 2014 gjørdist Elise Stefanik yngsta umboð nakrantíð, tá hon sum 30 ára gomul vann sær sæti í umboðsmannatinginum.

Og tað er eisini greitt, at Lee Zeldin skal standa á odda fyri amerikanska umhvørvismyndugleikanum EPA. Í USA verður roknað við, at ein av fyrstu uppgávunum hjá Zeldin verður at rulla partar umhvørvispolitikkinum hjá Joe Biden aftur, skrivar dr.dk, ið hevur NPR sum keldu. 

 

Rubio uttanríkisráðharri

Sambært New York Times verður Marco Rubio nýggjur uttanríkisráðharri. Tað er ikki váttað enn, men millum annað New York Times væntar, at senatorurin úr Florida verður ovasti diplomaturin í nýggju stjórnini. 

 

Donald Trump og Marco Rubio. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Tað ljóðar eisini, at Mike Waltz verður nýggjur trygdarráðgevi. Mike Waltz hevur sitið í kongressini síðan 2018 og hevur verið rættiliga atfinningarsamur móti bæði Kina og Nato, og  fleiri amerikanskir miðlar vænta, at Waltz fær hesa ábyrgdarfullu uppgávuna. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. desember
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
185567
Mikudag 25. desember
Jolagesturin 2024: Kinna Poulsen
185336
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Mikudag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
185549
Týsdag 24. desember
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
185542
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652
Hósdag 26. desember
Jól við Løkin 2024 (2:2)
185563
Hósdag 26. desember
Mítt lívsverk - Eitt portrett av Pál Weihe
185553
Hósdag 26. desember
Andakt við Klæminti Eliasen
185564