Lærarar taka støðu til sáttmála

Lærarar taka støðu til sáttmála
Tekur nevndin undir við uppskotinum til sáttmála, so verður sáttmálin undirskrivaður í næstu viku, sigur formaðurin
 
24.10.2013 - 11:04

Klokkan tíggju fór nevndin í Lærarafelagnum á fund, millum annað fyri at taka støðu til uppskotið um nýggjan sáttmála við Fíggjarmálaráðið.

Samráðingarnar millum Lærarafelagið og Fíggjarmálaráðið um ein tvey ára sáttmála eru komnar undir land.

Tekur nevndin í Lærarafelagnum undir við uppskotinum um sáttmála, verður sáttmálin undirskrivaður í næstu viku, sigur formaður felagsins.

Lærarafelagið fær somu lønarhækking sum hini fakfeløgini, sum longu hava gjørt sáttmála til 1.oktober 2015.

Nýggi sáttmálin millum Lærarafelagið og Fíggjarmálaráðið verður galdandi frá 1.oktober í ár til 1.oktober 2015.

Formaðurin í Lærarafelagnum, Herálvur Jacobsen, saknar ein virknari lut hjá Mentamálaráðið í samráðingunum, so til ber at gera dagføringar og ábøtur í fólkaskúlanum, uttan at tað skal takast av lønarkarminum hjá lærarunum.

Tað hevur ikki borið til higartil, sigur hann.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Sunnudag 1. februar
Bolero
203545
Sunnudag 1. februar
Gudstænasta í Sjóvar kirkju
203546
Sunnudag 1. februar
Akademia: Umhvørvisetikkur
203519
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256