Súni heldur fram sum borgarstjóri í Nes kommunu

Súni heldur fram sum borgarstjóri í Nes kommunu
Býráðið skipar seg formliga á almennum fundi 21. novembur
Súni í Hjøllum heldur fram sum borgarstjóri.
 
14.11.2024 - 08:41

Súni í Hjøllum heldur fram sum borgarstjóri,  og Atli F Johansen verður varaborgarstjóri í Nes kommunu.

Nývalda býráðið í Nes kommunu skipaði seg í gjárkvøldið.

Á kommunuvalinum týsdagin vóru vald Súni í Hjøllum, Atli F. Johansen, Rannvá í Túni Petersen, Elin á Torkilsheyggi, Henning Erhardsson Joensen, Høgni Hansen og Niels Jacob Nielsen.

Seinnapartin í gjár hevði nývalda býráðið fund og samtykti einmælt at skipa seg við Súna í Hjøllum sum borgarstjóra og Atla F. Johansen sum varaborgarstjóra.

Súni í Hjøllum verður formaður í Fíggjarnevndini, Høgni Hansen í Teknisku nevnd, Elin á Torkilsheyggi verður forkvinna í Mentanarnevndini og Rannvá í Túni Petersen í Trivnaðarnevndini.

Býráðið skipar seg formliga á almennum fundi tann 21. novembur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891