Á Breddanum: Nýggj integratiónslóg

Á Breddanum: Nýggj integratiónslóg
Lógaruppskot er lagt fyri tingið, sum skal skilmarka krøv og rættindi hjá teimum, sum flyta til Føroya úr øðrum londum
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, eigur uppskotið um integratiónslóg, sum er lagt fyri tingið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.11.2024 - 08:59

Nú er hon her.

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, hevur lagt uppskot um integratiónslóg fyri tingið..

Lógin skal skilmarka krøv og rættindi hjá teimum, sum flyta til Føroya úr øðrum londum. 

Nýggj integratiónslóg og nýggj útlendingalóg skuldu upprunaliga fylgja við, tá avtalan um fast-track var gjørd í 2021.

Trý ár seinni er integratiónslógin komin, men tað ganga væntandi tvey ár aftrat, áðrenn útlendingalógin kemur.

Hvørjar trupulleikar loysir lógin, og hvørjir trupulleikar vera framvegis óloystir?

Integratiónslógin er evnið í sendingini í dag.

Breddin í útvarpinum klokkan 10 og á kvf.fo
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni í Havn
209051
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta
209057
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta
209058
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044