Fleiri grundstykkir í Sundalagnum

Fleiri grundstykkir í Sundalagnum
Sunda kommuna selir nú grundstykkir, sum kommunan hevur tikið innaftur
 
21.11.2024 - 17:08

Talan er um trý byggibúgvin grundstykkir, sum eru í Hvalvík, á Oyri og á Langasandi. 

Tað skrivar kommunan á síni heimasíðu. 

Sunda kommuna samtykti á býráðsfundi í februar í ár at taka grundstykkir innaftur, sum fólk ikki ælta at byggja á kortini, og selja tey aftur. 

Grundstykkini verða alment sett til sølu mánadagin 2. desember á middegi á heimasíðuni hjá kommununi. Kostnaðurin er 795 krónur fyri fermeturin. Grundstykkini eru millum 516 og 611 fermetrar. 

Sunda kommuna sigur, at næsta ár verða enn fleiri byggibúgvin grundstykkir sett til sølu. Tey eru í Hósvík, Hvalvík og við Norðskála. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290