Fíggjareftirlitið: Vandi fyri at Betri banki verður brúktur til hvítvask

Fíggjareftirlitið: Vandi fyri at Betri banki verður brúktur til hvítvask
Bankin tekur frágreiðingina til eftirtektar, og er farin at loysa boðini frá Fíggjareftirlitinum
Fíggjareftirlitið heldur, at Betri banki ikki konsekvent dagførir upplýsingar um privatkundar, millum annað, tá relevantu viðurskiftini hjá viðskiftafólkinum broytast.
 
02.12.2024 - 08:32

Betri banki kennir ikki nóg væl viðskiftafólkini hjá sær, tí hann dagførir ikki javnan upplýsingar um tey.

Vandi er fyri, at bankin verður brúktur til hvítvask, tí hann kennir ikki viðskiftafólkini nóg væl, millum annað, hvussu nógvar pengar, tey eiga, ella hvaðani teir koma.

Av tí at bankin er so stórur í Føroyum, er vandi fyri, at hann verður brúktur til hvítvask og til at fíggja yvirgang, sigur Fíggjareftirlitið, sum var í Betri banka í mai.

 

Ikki nóg konsekventur

Fíggjareftirlitið heldur, at Betri banki ikki konsekvent dagførir upplýsingar um privatkundar, millum annað, tá relevantu viðurskiftini hjá viðskiftafólkinum broytast.

Metingin hjá Fíggjareftirlitinum byggir á fíggjarligu útboðini hjá bankanum og hvussu nógv viðskiftafólk hava tilknýti til onnur lond, eisini vinnukundarnir, serliga feløg, sum hava skip skrásett í Føroyum. 

Betri banki tekur frágreiðingina frá Fíggjareftirlitinum til eftirtektar.

Hann er farin undir at loysa boðini frá Fíggjareftirlitinum, sigur hann.

Les frágreiðingina frá Fíggjareftirlitinum her. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751