Uppsøgnin av Ivani Niclasen ógildug

Uppsøgnin av Ivani Niclasen ógildug
- Uppsøgnin av Ivani Niclasen, stjóra í Kringvarpi Føroya, er ógyldug.  Tað sigur Christian Andreasen, advokatur
Christian Andreasen, sakførari hjá Ivani Niclasen.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.12.2024 - 18:30

Tað eru greiðu boðini frá advokatinum hjá Ivani Niclasen, sum nú er komin uppí málið.

- Stýrið fyri Kringvarpið hevur brotið allar reglur fyri eina málsviðgerð, tá ein almennur stjóri skal sigast úr starvi, sigur Christian Andreasen, advokatur.

Í útvarpstíðindunum klokkan trý seinnapartin týsdagin boðaði formaðurin í stýrinum fyri Kringvarp Føroya frá, at Ivan Niclasen er loystur úr starvinum sum Kringvarpsstjóri.

Dagin eftir varð kunngjørt, at Katrin Petersen er sett sum fyribils stjóri í Kringvarpinum, til nýggjur stjóri er funnin.

Sjálvur hevur Ivan Niclasen ongar viðmerkingar til málið, yvirhøvur.

 

Ivan Niclasen, fyrrverandi kringvarpsstjóri. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)


Men sambært advokati hansara, Christian Andreasen, er so at siga ALT farið skeivt fram í uppsøgnini av Ivani Niclasen:

Advokaturin hjá Ivani Niclasen krevur tí, at uppsøgnin av Ivani Niclasen verður ógildað:
 

Chr_Andr

 


Rógvi Olavsson, formaður í Kringvarstýrinum.(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Helt meg hava eina avtalu 

-Eg helt meg hava greiða avtalu við Ivan Niclasen um eina fráfaringaravtalu.

Tað sigur Rógvi Olavsson, formaður í stýrinum fyri Kringvarp Føroya.

Stýrisformaðurin ásannar, at hann møguliga noyðist undir nýggja uppsagnartilgongd.

 

Rogvi_O

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329