Hægstirættur í Rumenia vrakar valúrslitið

Hægstirættur í Rumenia vrakar valúrslitið
Fregnartænastan hevur fingið hendur á skjølum, vísa, at Russland hevði eina samskipaða ávirkanar-herferð fyri at hjálpa russiskuvinarliga valevninum Calin Georgescu
Calin Georgescu fór frá at vera nærum ókendur til at vinna fyrra valumfarið. Tað hevur elvt til illgruna um manipulering á sosialum miðlum
Mynd: ScanPix  
 
07.12.2024 - 10:17

Hægstirættur í Rumenia hevur vrakað úrslitið av fyrra umfari av forsetavalinum, sum fyri stuttum var í landinum, skrivar Reuters. Fyrsta valumfar skal haldast umaftur, og stjórnin skal gera av, nær tað verður, sigur grundlógardómstólurin. Seinna umfar skuldi eftir ætlan vera í morgin.

Avgerðin kemur eftir at skjøl, sum fregnartænastan hevur fingið hendur á, vísa, at Russland hevði eina samskipaða ávirkanar-herferð fyri at hjálpa russiskuvinarliga valevninum Calin Georgescu. Løgreglan hevur gjørt húsarannsóknir hjá fleiri fólkum, sum hildið verður, kunnu hava tilknýti til málið. Ákæruvaldið segði í fráboðan, at húsarannsóknir vóru gjørdar 'í sambandi við brotsverk, sum hava samband við valsvik, hvítvaskig og dátubrotsverk'.

Putin-fjeppari

62 ára gamli Georgescu vann fyrra umfarið við 22,9 prosentum av atkvøðunum, og miðhøgra valevnið Elena Valerica Lasconi gjørdist nummar tvey við 19,2 prosentum. 

Georgescu, sum er uttanflokkamaður, er bergtikin av russiska forsetanum Vladimir Putin. Georgescu hevur tvíhildið um, at hann fer at steðga rumensku hernaðarstuðlinum til Ukraina. 

Rumenia er limur í ES og Nato.

Rindaði ikki fyri valstríðið

Undan valinum var undirtøkan fyri Gerogescu niðri á fimm prosentum, men hann vann fyrra valumfar við 23 prosentum.

Sambært rumenskum fregnartænastuupplýsingum, var Georgescu undir valstríðnum nógv at síggja á TikTok gjøgnum málrættaðar brúkarar, og við at rinda fyri lýsingar.

Men uttanflokkavalevnið hevur sjálvur sagt, at hann ikki hevur rindað eina krónu fyri valstríðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
APO00157 - teknmálstulkað
205845
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808