al-Assad fingið friðskjól í Russlandi

al-Assad fingið friðskjól í Russlandi
ST-trygdarráðið hevur fund í kvøld um støðuna í Sýria eftir at stýrið fall sunnunáttina
Sýriskar uppreistrardeildir tóku høvuðsstaðin Damaskus sunnunáttina, og frákoyrdi forsetin al-Assad er flýddur til Russlands, har hann hevur fingið friðskjól.
 
09.12.2024 - 08:15

Frákoyrdi sýriski forsetin, Bashar al Assad, hevur saman við familju síni fingið friðskjól í Russlandi.

Tað váttar russiska sendifólkið, Michail Uljanov. 

Sunnunáttina fall stýrið hjá Assad í Sýria, tá ið uppreistrardeildir tóku valdið á m.a. høvuðsstaðnum Damaskus.

- Assad-familjan er í Moskva. Russland svíkir ikki sínar vinir í ringari støðu. Tað er munurin á Russlandi og USA, skrivar Michail Uljanov á miðlinum X.

Uljanov er fasta sendifólkið hjá Russlandi í eysturríkska høvuðsstaðnum Wien.

ST-trygdarráðið hevur kallað inn til fund í kvøld um støðuna í Sýria.

Tað siga diplomatiskar keldur við tíðindastovuna AFP, skrivar Ritzau.

Sambært AFP hevur Russlandi biðið um fundin.

 

(Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Vil hava Assad fyri ICC

Kanada vil hava frákoyrda Assad, forseta, fyri altjóða dómstólin í Haag, ICC. 

Tað sigur kanadiski uttanríkisráðharrin Melanie Joy.

- Vit tvíhalda framvegis um at draga stýrið hjá Assad fyri altjóða dómstólin fyri píning og andstyggiliga, ómenniskjaliga og niðrandi viðferð av sýriska fólkinum, sigur hon í skrivligari frágreiðing. 

Longu í juni í fjør fór Kanada saman við Hollandi undir at fyrireika rættarmál í ICC móti Assad-stýrinum fyri atgerðir undir sýriska borgarakrígnum. 

 

(Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Ógreitt hvat hendir

Tað er ógreitt, hvat nú fer at henda í Sýria, men sýriski forsætisráðharrin Mohammed al-Jalali hevur mælt til friðarligt valdsskifti. 

Hann sigur eisini, at hann er til reiðar at samstarva við leiðararnar, sum sýriska fólkið velur.

Í ST-trygdarráðnum eru 15 limalond, og av teimum eru fimm fastir limir. 

Russland og USA er tvey av teimum, og tey hava eisini sýtingarrætt til uppskot í ráðnum.

 

USA lopið á IS-støðir

Amerikanska deildir hava framt 75 álop á IS-støðir í Sýria, sigur amerikanska høvuðsstøðin Centcom við Reuters.

- Vit vilja ikki geva IS fyrimun av støðuni, sum er íkomin í Sýria, sigur Centcom í fráboðan.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763