Bjarni Johansen: Eg visti av ongum

Bjarni Johansen: Eg visti av ongum
Nú er greitt, at Bjarni Johansen heldur fram sum borgarstjóri í Vágs kommunu. Arni D. Brattaberg, sum skuldi verða borgarstjóri, er sera vónbrotin
Bjarni Johansen heldur fram sum borgarstjóri í Vágs kommunu.
 
10.12.2024 - 13:27

- Eg visti ikki av hesum. 

Tað sigur Bjarni Johansen, sum heldur fram sum borgarstjóri í Vágs kommunu næstu fýra árini. 

Tá  nýggjur meiriluti skuldi skipast á býráðsfundinum í gjárkvøldið við Arna D. Brattaberg sum borgarstjóra og Bjarna Johansen, uttanflokkamanni, sum varaborgarstjóra, skutu umboðini fyri Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin upp at velja Bjarna Johansen til borgarstjóra.

Hetta var óvæntað, sigur Bjarni Johansen, sum eftir at hava hugsað seg um, atkvøddi fyri uppskotinum um, at hann skuldi vera borgarstjóri.

Hoyr innslag í útvarstíðindunum: 

 

10122024_Bjarni_Johansen

 

Arni D. Brattaberg. (Privatrmynd)

 

Orkar ikki at tosa um tað

Arni D. Brattaberg vil ikki gera samrøðu, men sigur um tað, sum hendi í gjárkvøldið:

- Eg eri so vónbrotin, at eg orki ikki at tosa um tað. Vit møttust hálvan tíma fyri býráðsfundin og skrivaðu undir semjuskjal. Eg helt, at tað var bindandi. Á býráðsfundinum kemur so uppskot um at velja Bjarna Johansen til borgarstjóra. Tað kom sera óvart á. Eg vildi hava breiða samgongu, men Bjarni fór við hinum, sigur Arni D. Brattaberg.

Spurdur, um hann kundi gjørt nakað øðrvísi, svarar Arni Brattaberg, at Levi Mørk beyð sær fyri trimum vikum síðani borgarstjórasessin.

- Men eg tók ikki av, og tað iðri eg meg um, sigur Arni D Brattaberg.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Morgunlestur mikudagur 18.mars 2026
205766
Týsdag 17. mars
Valkøn týskvøldið 17. mars 2026
205792
Týsdag 17. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205760
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. mars
Veðrið
205784
Týsdag 17. mars
Valkøn, mánakvøldið 16.mars
205758
Týsdag 17. mars
APO00161 - teknmálstulkað
205757
Týsdag 17. mars
Andgletturin - Tjóðveldi
205756