Átta íbúðir eru framvegis ikki leigaðar út

Átta íbúðir eru framvegis ikki leigaðar út
Eftir øllum at døma eru íbúðirnar hjá Bústøðum í Fuglafirði ov dýrar at leiga, tí higartil eru bert tíggju av 18 íbúðum útleigaðar
Íbúðirnar hjá Bústøðum á Toftanesvegi í Fuglafirði.
 
11.12.2024 - 13:21

Tað hevur gingið striltið hjá Bústøðum at fáa leigarar til allar 18 íbúðirnar á Toftanesvegi í Fuglafirði.

Íbúðirnar vóru bodnar út í fyrru helvt av august, men nú fýra mánaðir seinni, standa átta av teimum 18 íbúðunum framvegis tómar.

Tað er ikki óhugsandi, at leigukostnaðurin, sum sambært heimasíðuni hjá Bústøðum liggur millum 11.166 krónur og 12.186 krónur um mánaðin, er ein av orsøkunum til, at fólk aftra seg við at taka av.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

11122024_Bustadir_i_Fuglafirdi

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744