Íslendskir politistar verða oftari hóttir nú enn fyrr

Íslendskir politistar verða oftari hóttir nú enn fyrr
Hóttanir móti politistum vinda uppá seg í Íslandi. Rættarskipanin tekur hetta ikki í nóg stórum álvara, sigur formaður í íslendska politistafelagnum
Hóttanir móti politistum í Íslandi hava vundið uppá seg seinastu árini
Mynd: Íslendska løgreglan á Facebook  
 
11.12.2024 - 18:57

Í Íslandi kemur tað meir og meir fyri, at politistar verða hóttir, meðan teir eru til arbeiðis. Og hóttanirnar eru ikki bert móti teimum sjálvum, men eisini móti teirra familjum.

Tað skrivar íslendska kringvarpið RÚV í dag.

Fjölnir Sæmundsson, formaður í íslendska politistafelagnum, sigur við RÚV, at talið av hóttanum móti politistum er vaksið seinastu árini, og at størsti parturin av hóttanum snýr seg um at gera seg inn á ognarlutir hjá politistum, so sum hús og bilar.

Tað er eisini vanligt, at politistar verða hóttir við, at fólk vita, hvar teir og teirra familjur búgva. Hetta hevur fingið fleiri politistar at melda seg úr fólkayvirlitinum, sigur Fjölnir Sæmundsson.

Hann sigur, at íslendska rættarskipanin ikki tekur hóttanirnar móti politistum í nóg stórum álvara. Ofta verða slík mál løgd til viks og ikki mett at vera nóg álvarslig.

Fjölnir Sæmundsson sigur tað eisini vera spell, at tað verður ført fram, at hóttanir eru bara ein natúrligur partur av arbeiðnum sum politistur.

Hann stúrir fyri, at tær mongu hóttanirnar fáa fólk at setast aftur, sum annars kundu hugsað sær at tikið eina politistaútbúgving.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744