Maskinmeistarafelagið og KAF gjørt semju

Maskinmeistarafelagið og KAF gjørt semju
Báðir partar tóku undir við semingsuppskotinum um nýggjan trý ára sáttmála
Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, og Per Martin Gregersen, formaður í KAF, tá skrivað var undir semjuna.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.12.2024 - 13:34

Stutt fyri klokkan 13 skrivaðu Maskinmeistarafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið undir semju um nýggjan sáttmála fyri handverksmeistarar, sum starvast hjá IRF og SEV.

Semingsstovnurin legði semingsuppskot fyri partarnar í gjárkvøldið, og teir høvdu freist til á middegi í dag at svara.

Tað er serliga spurningurin um arbeiðstíðarreglur, sum ósemja hevur verið um partarnar.

 

Trý ára sáttmáli

Talan er um trý ára sáttmála, sum er galdandi frá 1. oktober 2022  til 30. september 2025.

Við semjuni hækka lønirnar soleiðis:

1. oktober 2022 hækkar lønin 3,8 %
1. oktober 2023 hækkar lønin 4,2 %
1. oktober 2024 hækkar lønin 4,75 %

Skipan av arbeiðstíð:

 Partarnir hava eisini gjørt avtalu um greiðari karmar fyri skipan av arbeiðstíð og arbeiði í vaktarskipan. Millum annað reglur fyri, hvussu vaktarskiftini skulu skipast, og hvussu long frítíðin skal vera millum vaktirnar. Harumframt er freistin fyri vaktarbroytingar longd úr 24 upp í 72 tímar.

Semjan heimilar, at partarnir á einstøku arbeiðsplássunum kunnu gera staðbundnar avtalur um arbeiðstíð, sum víkja frá ásetingunum um vaktarskipan sambært nýggju semjuni.

 

Hoyr samrøðu, sum Katrin Johannessen gjørdi við Arnfinn Bech og Per Martin Gregersen, formann í KAF, tá teir høvdu skrivað undir semjuna:

 

12122024_Semja

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650