Ikki í lagi at selja bílig grundsstykki

Ikki í lagi at selja bílig grundsstykki
Tað er ikki í lagi at selja grundstykki fyri minni enn tey kosta at gera byggibúgvin, sigur Kommunali eftirlitið
Loftmynd av Kollafirði.
 
18.12.2024 - 06:17

Tað er ikki í lagi at selja grundstykki fyri minni enn tey kosta at gera byggibúgvin.

Tórshavnar býráð samtykti 25. januar í ár at selja grundstykki í Kollafirði fyri 500.000 krónur, hóast metti kostprísurin er 780.000 krónur.

Kommunala eftirlitið tók av sínum eintingum málið til viðgerðar eftir at hava lisið um býráðssamtykina á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.

Niðurstøðan hjá Kommunala eftirlitinum er, at samtyktin hjá býráðnum er ikki í samsvari við kommunufulltrúina.

Samtyktin er ikki í samsvari við meginreglurnar um sølu av kommunalum fastognum og almennu aðalrættarregluni í kommunufulltrúini, sum áleggur kommunum eina skyldu at virka fíggjarliga ráðiligt. 

Tað er ikki at meta sum ein fíggjarlig ráðilig avgerð at fara undir at útstykkja og gera lendið byggiklárt væl vitandi um, at ein møgulig søla ikki javnvigar við útreiðslurnar hjá kommununi.

Tað er, tá kommunan veit, at marknaðarprísurin er nógv minni enn metti kostprísurin.

Kommunala eftirlitið hevur biðið Tórshavnar kommunu um innan tveir mánaðir at upplýsa fyri eftirlitinum, hvat niðurstøðan hjá Kommunala eftirlitinum gevur kommununi høvi til. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204788
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693