Polarstjørnan framvegis slagsíðu

Polarstjørnan framvegis slagsíðu
Kannað verður framvegis, hvussu best er at reisa skipið aftur
Polarstjørnan koppaði, tá hon var komin hálva leið upp á sleipistøðina í Klaksvík.
 
20.12.2024 - 11:21

Enn er ógreitt nær Polarstjørnan, sum koppaði á Klaksvíkar sleipistøð í gjár, verður tikin upp aftur.

Kavarar vóru í gjárkvøldið niðri og hugdu eftir línuskipinum, og teir kundu staðfesta, at skipið hevur ikki fingið skaða.

Frimodt Rasmussen, stjóri á Klaksvíkar sleipistøð, sigur, at tað sær út sum at vognurin er avsporaður. 

Kannað verður framvegis, hvussu best er at reisa skipið aftur. Møguliga skal útgerð koma úr útlandinum til tað. Tí er eisini ógreitt, hvussu leingi tað verður til skipið verður tikið upp aftur.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329