Skúladagurin skal styttast

Skúladagurin skal styttast
Átta broytingar eru í uppskotinum hjá Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni, um at broyta fólkaskúlalógina
Fólkaskúlalógin skal broyast.
 
23.12.2024 - 07:24

Átta broytingar eru í uppskotinum hjá Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni, um at broyta fólkaskúlalógina.

Eitt uppskot er at stytta skúladagin.

Skúlarnir skulu fáa størri frælsi at skipa skúladagin, lærugreinabýtið skal endurskoðast og javnvág skal vera millum hugvísindi, náttúruvísindi og skapandi læru.

Lógin skal kveikja skapandi og verkliga lærihugin hjá børnunum, raðfesta flokslæraralutin, styrkja tvílæraraskipanina í grunddeild og minka næmingatalið í hvørjum flokki.

Løgtingið hevur longu samtykt, at hægsta næmingatal er 22. 

Skúladagurin skal styttast.

Í grunddeildini og í miðdeildini vera sjey færri tímar um vikuna.

Í hádeildini vera 14 tímar færri, tá vallærugreinarnar alis og evnafrøði og týskt eru taldar við. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870