Sig okkum, hvussu tit halda jól

Sig okkum, hvussu tit halda jól
Granskingarráðið heitir á fólk um at skriva niður, hvussu tey hava hildið jól í ár, og hvussu tey minnast jólini fyrr. 
 
27.12.2024 - 10:13

- Vit eru forvitin at vita, hvørjar jólasiðvenjur eru í Føroyum. Tí hugsa vit, at tað hevði verið áhugavert at gjørt eina roynd at savna íkast til gransking um jól fyrr og nú, sigur Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum. 

Hon heitir á fólk um at hugsa um, hvørjar siðvenjur tey høvdu og hava á jólum, og at skriva tankar og eygleiðingar niður og gjarna senda Granskingarráðnum myndir eisini. 

Skriva hvørji tit eru, hvar tit eru á jólum, hvat tit gera undan og á jólum, hvat tit eta, nær tit geva gávur, um tit gera tað sama hvørji jól, hvussu kenslan er, hvat tað besta við jólunum er, og um tú saknar nakað frá fyrr? Hvat kundi tú hugsað tær at gjørt komandi ár? Hesum greiðir Annika frá, og er annað um jól, sum tú hevur hug at fortelja og skjalfesta til eftirtíðina, so skriva tað eisini niður. 

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

Lurta eftir samrøðuni við Anniku Sølvará í Góðan Morgun Føroyar.

 

Send hesar hugleiðingar og myndir til Granskingarráðið við telduposti, gransking@gransking.fo

Ætlanin er at geva Landsbókasavninum tilfarið at goyma til gransking.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 11.apríl 2025
190387
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk: Oliver Philipps um Shells
189855
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454