Sorgarbólkur til gongu

Sorgarbólkur til gongu
Í 10 ár hava fólk samlast í einum sorgarbólki í Havn hvønn leygardag fyrrapart klokkan 11. Tey møtast við Tórsbreyt, og ganga so í ein tíma ymsar túrar
 
11.06.2026 - 13:04

Didde Jørgensen og Henry Fjallstein greiddu í Summarmorgni í morgun frá sorgarbólkinum, sum savnast hvønn leygardag fyrrapart á parkeringsøkinum við Tórsbreyt. Hesin bólkur hevur verið til í 10 ár við skiftandi fólkum. Tey møtast við Tórsbreyt, og ganga so í ein tíma - ymsar rutur.


-Bólkurin er óbindandi. Tey sum hava hug og brúk fyri at møtast eru vælkomin. So ganga vit og vit tosa um mangt og hvat. Men hevur onkur brúk fyri tosa um sorgina, eru tað altíð fólk sum lurta, tí øll hava upplivað at missa onkran av sínum kærastu, siga Didde og Henry.


Tey samlast árið runt leygardag kl. 11, men hava kortini ein steðg meðan skúlarnir hava frí. Tí verður ein túrur afturat nú leygardagin, og so verður summarsteðgur til skúlarnir byrja aftur. Og tey leggja dent á, at øll sum hava brúk fyri tí eru vælkomin við. Tað er bara at møta upp leygardag klokkan 11 á parkeringsplássinum við Tórsbreyt.

 

1817165


Lurta eftir samrøðuni í Summarmorgni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424