Fáa donsku ognirnar á nýggjárinum

Fáa donsku ognirnar á nýggjárinum
Virðið er mett til 23 mill. kr., men ognirnar verða lætnar fyri einki
 
29.10.2013 - 14:20

Tað dregur út at geva Føroyum ognirnar hjá donsku verjuni í Føroyum, nú Færøernes Kommando ikki er her longur.

Í ár eru annars játtaðar 1,1 millión krónur til at reka ognirnar, men landsstýrið hevur mælt til at taka 800.000 kr. av játtanini og brúka tær til annað.

Løgmansskrivstovan arbeiðir við málinum.

Danski verjumálaráðharrin góðkendi í september í ár, at føroyingar fáa ognirnar.

Men Fíggjareftirlitið skal góðkenna avgerðina.

Og í føroyska Fíggjarmálaráðnum vænta tey ikki, at føroyingar kunnu yvirtaka ognirnar fyrr enn um ársskiftið.

Virðið á ognunum hjá verjuni í Føroyum er mett at vera nakrar og tjúgu milliónir krónur, 23 milliónir, segði danska stjórnin í fjør.

Men føroyingar fáa ognirnar fyri einki.

Talan er um ognirnar, sum Færøernes Kommando átti í Mjørkadali, á Sornfelli og kommandørbústaðin yviri við Strond í Havn.

Fyri einum ári síðani var ætlanin, at landsstýrið skuldi fáa ognirnar 1.januar í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. desember
Jambalaja - 061225
201123
Leygardag 6. desember
Vikan 6. desember 2025
201115
Leygardag 6. desember
Upp á tá - 051225
201113
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 6. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201114
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067
Fríggjadag 5. desember
HM25: ísland - Spania
201066
Fríggjadag 5. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201065