Nýggj mótmæli í Ísrael

Nýggj mótmæli í Ísrael
Nýggj mótmæli vóru í Ísrael í gjárkvøldið, eftir at Hamas hevur almannakunngjørt eina videoupptøku við einum ísraelskum gísla í Gasa.
Liri Albag, sum hon sá út á videoupptøkuni frá Hamas
Mynd: Skíggjamynd frá X  
 
05.01.2025 - 10:14

Talan er um 19 ára gomlu herkvinnuna Liri Elbag, sum í videoupptøkuni heitir á ísraelska forsætisráðharran Benjamin Netanyahu um at gera meira fyri at fáa hana og hinar gíslarnar heim aftur.

Tað sama gera tey fleiri túsund, sum fóru út á gøturnar í ísraelskum býum í gjárkvøldið, skrivar Times of Israel.

– Eg eri bara 19 ára gomul og havi alt lívið framman fyri mær, men nú er alt lív mítt sett á pausu, sigur Liri Elbag í videoupptøkuni, har hon eisini staðfestir, at hon nú hevur verið gísli hjá Hamas í 450 dagar

Taka samráðingar uppaftur
Sambært AFP váttaði Ísrael í gjárkvøldið, at samráðingarnar við Hamas um at lata gíslar leysar eru tiknar upp aftur í Katar.

Ísrael og Hamas hava í seinastuni skuldsett hvørt annað fyri at seinka samráðingunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688