USA vil hava Grønland

USA vil hava Grønland
Donald Trump yngri var á sokallaðari privatari vitjan í Nuuk í dag. Men boðini frá pápanum, sum verður forseti í USA 20. januar eru púra greið. Hann vil hava fatur á Grønlandi
07.01.2025 - 20:08

Um eitt tíðina í dag, okkara tíð, lendi privatflogfarið hjá Donald Trump á flogvøllinum í Nuuk, hóast floglíkindini har hava verið vánalig í langa tíð.

Umborð vóru Donald Trump yngri, sum er sonur Donald Trump, og fleiri samstarvsfelagar hansara.

Endamálið við ferðini er ein privat ferð, sambært Donald Trump, yngra, sjálvum. Hann hevði ætlað sær til Grønlands seinasta vár, men tá bar ikki til. Eitt av endamálunum er at upptaka poddvarp til poddvarpsstøðina hjá honum sjálvum.

Men ongin ivi er um, at tað eisini eru politisk motiv við ferðini. Pápin, Donald Trump, sum tekur við sum forseti í USA 20. januar, skrivaði í gjár millum annað soleiðis um ferðina hjá soninum, á egna miðlinum, Truth Social í nátt.

"Eg hoyri, at fólkini í Grønlandi stuðla mær. Sonur mín, Donald yngri, og samstarvsfelagar fara at ferðast har og vitja nøkur av stórslignu økjunum. Grønland er heilt serligt, og íbúgvarnir har fara at fáa ovur stórar fyrimunir, um og tá tey gerast partur av OKKARA tjóð. Vit fara at verja tað og fjálga um tað ímóti ónda heiminum uttanfyri. Ger Grønland stórt aftur."

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678