3000 krónur í bót fyri at innflyta hundar uttan loyvi frá Heilsufrøðiligu

3000 krónur í bót fyri at innflyta hundar uttan loyvi frá Heilsufrøðiligu
Føroya rættur hevur staðfest, at tað skal kosta 3.000 krónur í sekt at innflyta hundar uttan loyvi frá heilsumyndugleikunum
Tilvildarlig savnsmynd
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.01.2025 - 12:48

Tað eigur at kosta 3.000 kr. í sekt, tá fólk innflyta hundar, uttan at hava fingið loyvi frá Heilsufrøðiligu starvsstovu fyrst.

Tað segði Føroya rættur í gjár.

Heilsufrøðiliga starvsstova helt, at sektin eigur at vera 5.000 kr., og tað var eisini kravið hjá ákæruvaldinum.

Tá sektir skulu gevast fyri eitt brot, sum sektir ikki eru givnar fyri fyrr, verður Føroya rættur biðin um at áseta støddina.

Tað hevur rætturin nú gjørt. 

Og í framtíðini kann Heilsufrøðiliga starvsstovan geva sektaruppskot. Tað merkir, at Heilsufrøðiliga Starvstovan kann avgreiða slík mál umsitingarliga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028