Høgaberg á veg á Fuglafjørð

Høgaberg á veg á Fuglafjørð
Seinnapartin verður móttøka í Fuglafirði
Høgaberg uttanfyri Æðuvík á veg inn á Fuglafjørð, har móttøka verður seinnapartin
Mynd: Herleivur Davidsen  
 
31.01.2025 - 10:39

Nýggja uppsjóvarskipið hjá Framherja, Høgaberg, er nú á veg á Fuglafjørð, har skipað verður fyri móttøku seinnapartin.

Høgaberg, sum er bygdur í Skagen, fór til fiskiskap, tá hann var latin reiðarínum. Hann hevur roynt eftir svartkjafti vestan fyri Hetland í nakrar, og hetta er fyrstu ferð, at nýggja skipið kemur til Føroya.

Høgaberg fer at liggja við bryggjuna undir skrivstovubygninginum hjá Framherja í Fuglafirði, og móttøkan byrjar klokkan 16.

Á skránni verða dópur, sangur, røður, okkurt til matna, og eisini er møguleiki at fara umborð at síggja skipið.  

Sí videomyndir, sum Herleivur Davidsen hevur lagt út á Facebook:

 

20240131_NET_HOGABERG


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878