Bara tvær umsóknir

Bara tvær umsóknir
Bara tvær umsóknir komu til starvið sum leiðari í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Fyrisitingin hevur sett leiðara
Mentanarhúsið í Fuglafirði fær leiðara um tvær vikur.
 
14.02.2025 - 05:46

Bara tvær umsóknir komu til starvið sum leiðari í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Og Rønn Eliasen, leiðara á mentanarøkinum, sigur, at tey hava avgjørt, hvør skal fáa starvið.

Men tey hava ikki seinasta orðið.

Tað hevur býráðið.

Og tað verður væntandi sagt á býráðsfundinum 28. februar.

Ikki fyrr enn tá verður kunngjørt, hvør er settur í leiðarastarvið.

Hóast bara tvær umsóknir komu, verður starvið ikki lýst leyst av nýggjum, sigur Rønn Eliasen, tí umsóknirnar, sum komu, eru so góðar.

Leiðarin skal byrja 1. apríl.

Síðani januar í fjør hevur Jón Tyril verið virkandi leiðari í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025