Dalsbergholið verður liðugt í heyst

Dalsbergholið verður liðugt í heyst
Treytin er tó, at pengarnir, sum resta í, fáast við eykajáttan tíðliga í ár, sigur landsstýrismaðurin
Bergholið til Dals og vegir í sambandi við bergholið fara at kosta 168 milliónir kr.
 
14.02.2025 - 10:18

Dalsbergholið verður liðugt í heyst.

Men treytin er, at pengarnir, sum resta í, fáast við eykajáttan tíðliga í ár.

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður, í svari til Sólvit E. Nolsø, løgtingsmann.

 

Sólvit E. Nolsø spurdi um bergholið til Dals. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

110 milliónir brúktar

Brúktar eru 110 mió. fram til ársskiftið. Tøka játtanin í ár er 35 mió. kr. 

Tí skulu 23 mió. kr. aftrat til at gera verkætlanina lidna. Verkætlanin fer at kosta 168 mió. kr.

Landsstýrismaðurin sigur seg vóna, at verkætlanin verður liðug í ár. 

Dalsbergholið er 2,2 kilometrar langt, og vegirnir í sambandi við tað eru 300 metrar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541