Rutte: Fá sambandið við Trump aftur í rættlag

Rutte: Fá sambandið við Trump aftur í rættlag
Nato-aðalskrivarin vil hava Volodymyr Zelenskyj at endurreisa sambandið við amerikanska forsetan
 
01.03.2025 - 18:46

Nato-leiðarin, Mark Rutte, sigur í samrøðu við BBC nú seinnapartin leygardagin, at hann hevur tosað tvær ferðir við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelensky, og sagt við hann, at hann skal finna ein máta at fáa sambandið við Donald Trump, forseta, aftur í rættlag eftir samanbrestin fríggjadagin í Hvítu húsunum.

Mark_Rutte

 

- Tað er umráðandi, at Zelenskyj forseti finnur ein máta at endurreisa sambandið við amerikanska forsetan og við leiðslutoymið hjá amerikanska leiðsluni, sigur Rutte við BBC. 

Hann lýsti fundin í Hvítu húsunum sum 'óhepnan'.

Mark Rutte vil ikki siga, hvat ítøkuliga hann og Zelenskyj høvdu prátað um.

Eisini segði Nato-aðalskrivarin, at Trump eigur æruna fyri, at undir fyrstu stjórnini hjá honum - frá 2017 til 2020 - góðkendi USA søluna av Javelin anti-stríðsvognarakettskipanini, sum gjørdi, at Ukraina kundi svara aftur, tá Russland fór undir sína innrás av Ukraina í 2022.

- Vit mugu veruliga geva Trump æruna fyri hetta, legði Rutte dent á.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961