Ein milliard gav 80 mió. í skatti og gjøldum

Ein milliard gav 80 mió. í skatti og gjøldum
Hóast lítið kemur til skattingar, eru nógvar avleiddar inntøkur frá føroyingum, sum arbeiða uttanlands, sigur Fíggjarmálaráðið
Eftir goldnan útlendskan skatt og endurgjald til FAS-reiðarí, koma 800 mió. kr. inn í føroyska búskapin, sigur Fíggjarmálaráðið
 
06.11.2013 - 14:11

Av einari inntøku upp á eina milliard og 50.000 krónur fingu Føroyar 80 milliónir í skatti og arbeiðsmarknaðargjøldum í fjør. Talan er um føroyingar, sum sigla við skipum í altjóða skipaskráum, eitt nú FAS, ella arbeiða á landi uttanlands - føroyingar, sum búgva í Føroyum.

Nógv, sum arbeiða uttanlands, arbeiða eisini í Føroyum, tá tey eru heima. Fyri tær inntøkurnar, 150 mió. kr., fingu landið og komunurnar millum 70 og 80 milliónir í fjør. Samanumtikið góvu ein milliard og 200 milliónir krónur góðar 160 milliónir í landskassan og kassarnar hjá kommununum, ALS, Samhaldsfasta og Barsilsskipanini í fjør, sambært tølum hjá Fíggjarmálaráðnum.

800 mió. kr.

Men, leggur Fíggjarmálaráðið afturat, so verður mett, at landið fær 175 mió. kr. í avgjøldum frá føroyingum, sum arbeiða uttanlands. Og so tað, sum kemur undir avleiddar inntøkur. Eftir goldnan útlendskan skatt og endurgjald til FAS-reiðarí, koma 800 mió. kr. inn í føroyska búskapin.

Tær skapa økt virksemi í føroyska samfelagnum og tá eisini øktar skatta- og avgjaldsinntøkur til land og kommunur. Men ongar metingar eru, sum siga, hvussu nógvar pengar, her er talan um. Í fjør arbeiddu 422 føroyingar, sum búgva í Føroyum, í øðrum londum. Nógv tey flestu, 276, arbeiða í Norra. Harafturat sigla nógvir føroyingar við útlendskum skipum.

Nógv fólk útlendskum skipaskráum

Í fjør vóru 179 føroyingar við norskum fiskiskipum. Men nógv fleiri eru við skipum í altjóða skipaskráum. 709 føroyingar vóru við skipum í FAS, sum er føroyska skipaskráin, 353 vóru í DIS, sum er danska skráin, og 365 í NIS og NOR, sum eru norsku skipaskráirnar. Nógv útlendsk skip eru komin í FAS seinastu árini, og í fjør vóru 1373 útlendingar við FAS-skipum.

Tølini eru í svarinum hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, til Reimund Langgaard, løgtingsmann, sum spurdi um føroyingar, sum arbeiða í øðrum londum. Tingmaðurin spurdi eisini um løn og skatt hjá hesum fólkunum. Inntøkan var 600 milliónir hjá sjófólkunum í FAS, DIS og NIS og NOR.

Reiðaríini 187 mió. úr landskassanum

Tey, sum arbeiða í landi í Norra, fingu 87 milliónir í løn í fjør. Reiðaríini í FAS fingu 187 milliónir úr landskassanum í fjør. Hetta var skatturin hjá føroyingum og útlendingum, sum eru við FAS-skipum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337