Stúgvandi fult valhøli klokkan 20

Stúgvandi fult valhøli klokkan 20
Valstaðið í Nuuk er fullsett av fólki, nú dyrnar skuldu lata aftur klokkan 20, lokala tíð. Øll, sum eru inni, sleppa at seta krossin, lovar valstýrisforkvinnan.
Soleiðis sær út í valhølinum í Nuuk, tá dyrnar skuldu lata aftur klokkan 20, lokala tíð.
 
11.03.2025 - 22:05

Alt bendir á, at valluttøkan í Grønlandi verður hægri hesaferð enn á valinum í 2021, tá 67 prosent av fólkinum greiddi atkvøðu.

Klokkan seks, lokala tíð, var valluttøkan 51 prosent. Og líka síðani hevur verið stríður streymur av fólki inn í Godthåbshallen, sum er einasta valstað í Nuuk.

Tilsamans 40.369 fólk hava valrætt til grønlendska landstingið, Inatsisartut, hesaferð. Umleið triðingurin 13.282 fólk, skulu greiða atkvøðu í Nuuk. Higartil hava 7100 fólk verið á vali í Godthåbshallen.

Eisini í Sisimiut er stórur áhugi fyri valinum. Klokkan 19:30, lokala tíð, høvdu 2667 fólk verið á valið, tað eru góð 67 prosent av veljarunum. Valluttøkan er góð níggju prosent hægri enn á valinum í 2021. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598