Politiið vil sleppa at avlurta fartelefonir

Politiið vil sleppa at avlurta fartelefonir
Ætlanin er at broyta rættargangslógina, tí politiið hevur brúk fyri avlurting, serstakliga í rúsevnamálum
 
07.11.2013 - 08:01

Næsta summar fær politiið í Føroyum betri møguleikar at kanna fólk, sum eru undir illgruna fyri lógarbrot. Landsstýrið vil hava rættargangslógina broytta eftir fleiri áheitanir frá fútanum.

Longu í 2001 heitti fútin á landsstýrið um at fáa dagført reglurnar í rættargangslógini viðvíkjandi avlurting.  Men tað kravdi, at telefyritøkurnar útvegaðu neyðugu tøknina at lurta við. Semja fekst ikki um, hvør skuldi gjalda. Og so hendi ikki meira tá.

Í 2010 vendi fútin sær aftur til landsstýrið og vísti á vantandi møguleikan hjá politinum at avlurta fartelefonir í Føroyum. Í februar í ár sendi Vinnumálaráðið eitt lógaruppskot um broyting í fjarskiftislógini til hoyringar.

Telefyritøkur skulu hava útbúnaðin

Broytingin skuldi áleggja telefyritøkum skyldu til at útvega neyðuga útbúnaðin fyri at politiið kann lurta eftir fartelefonum. Í hoyringini kom fram, at politiið sambært rættargangslógini bara kann lurta eftir telefonsamrøðum. Uppskotið hjá Vinnumálaráðnum fevndi eisini um aðra samskiftistøkni.

Vinnumálaráðið avgjørdi tí at bíða við lógarbroytingini í fjarskiftislógini, til rættargangslógin er broytt.

Í apríl vendi fútin sær aftur til landsstýrið og gjørdi vart við, at nú var bráðneyðugt at fáa reglurnar í rættargangslógini dagførdar. Serstakliga, tá rúsevnamál verða kannað, hevur politiið brúk fyri at kunna lurta eftir fartelefonum, segði fútin.

Reglurnar frá 1985

Reglurnar, sum eru galdandi í Føroyum, eru tær, sum vóru galdandi í Danmark í 1985. Eisini verður rættargangslógin broytt soleiðis, at skuldsett ella ákærd ikki kunnu vera hjástødd, tá børn verða videoavhoyrd.

Ikki bara fútin, men eisini sorinskrivarin, advokatar og borgarar hava biðið landsstýrið síggja til, at rættargangslógin verður broytt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Fróði Bjarnason
217100
Fríggjadag 27. november
RagnarRokk: Serena Cherry um Extinguish Thy Flame
215806
Fríggjadag 27. november
TEMAPLÁTAN 40: 'True Blue', Madonna, 1986
217072
Hósdag 26. november
RagnarRokk 26.november 2026
216439
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928