- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norðfra steðgað lutakastkapping

Felagið Norðfra, sum selur fisk, hevur steðgað einari lutakastkapping á síni heimasíðu, eftir at Brúkaraumboðið hevur víst á, at átakið var í stríð við marknaðarføringarlógina.
Brúkaraumboðið fekk fráboðan um, at Norðfra á heimasíðu síni lýsti við lutakastkapping, har møguleiki var at vinna eitt gávukort. Treytin fyri vera við í kappingini var, at keypt varð fyri eina ávísa upphædd.
Søla má ikki stimbrast
Men í stykki 11 í lóg um marknaðarføring stendur, at søla av vørum ella tænastum til brúkarar má ikki stimbrast við møguleika fyri vinningi frá luttøku í lutakasti, virðislønarkappingum ella øðrum tiltaki, hvørs úrslit byggir á tilvildina, um luttøkan er treytað av, at luttakararnir keypa vøru ella tænastu.
Tá Brúkaraumboðið vendi sær til Norðfra um marknaðarføringina, boðaði Norðfra frá, at Norðfra ikki visti um, at lutakastkapping var brot á marknaðarføringarlógina.
Norðfra steðgaði marknaðarføringini beinanvegin, og tí ger Brúkaraumboðið ikki meira við málið.




























