Liva ikki longur, men færri doyggja heilt ung

Liva ikki longur, men færri doyggja heilt ung
Eisini skal havast í huga, at fólk millum 25 og 40 ár liva ósunt, og tí er ikki vist, at tey kunnu vera virkin á arbeiðsmarknaðinum í framtíðini 
Bjarni á Steig, stjóri í Heilsustýrinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.03.2025 - 20:31

Tað sigur Bjarni á Steig, stjóri í Heilsustýrinum, í sambandi við uppskotið um at hækka pensjónsaldurin. 

Pensjónsaldurin skal hækka so líðandi, soleiðis at tey, sum er fødd eftir 31. mars 1972, ikki sleppa á pensjón, fyrr enn tey eru 70 ár. 

Færri doyggja ung, men tað er torførari at siga, um fólk sum heild liva longri.

Kanningarnar 'Hvussu hevur tú tað?' frá 2015, 2019 og 2023, sum Heilsustýrið stendur fyri, vísa eisini, at fólk serliga í aldursbólkinum 25-40 ár liva heldur ósunt, og tey verða møguliga ikki arbeiðsfør í mun til at røkka pensjónsaldurin.

Í hoyringsskrivi vísir stjórin í Heilsustýrinum á, at tað kann forða fyri, at pensjónsaldurin verður hækkaður fyri øll.

Um tað skal bera til at hækka pensjónsaldurin, mælir Bjarni á Steig til, at ymisk heilsutiltøk verða sett í verk. 

 

1732782

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011