Á Breddanum: At doyggja fyri egnari hond

Á Breddanum: At doyggja fyri egnari hond
Í sendingini spyrja vit, hvussu heilsuverkið megnar at lofta teimum, ið stríðast
Úr leikinum "Whiteout: ein dansisýning um sorg"
 
20.03.2025 - 08:47

Saknur, sorg, skomm og skuldarkenslur vóru settar á pall í Norðurlandahúsinum í februar, tá "Whiteout: ein dansisýning um sorg" vitjaði í Føroyum.

Endamálið við sýningini er at seta orð á sjálvmorð, sum vit skulu tora at tosa um, sigur koreografurin, Sarah Aviaja Hammeken, sum hevur fingið íblástur úr sínum egna lívi. 

 

Sarah Aviaja Hammeken.

 

Í dag spyrja vit, hvussu føroyska heilsuverkið megnar at lofta teimum, ið stríðast. Vit spyrja eisini, hví tað kann tykjast so trupult at tosa um tey, ið doyggja fyri egnari hond. Og so fara vit við til sýningina, Whiteout, sum viðger kenslurnar hjá teimum, ið eftir sita. 

Breddin í útvarpinum klokkan 10 og á kvf. fo 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
RagnarRokk: Serena Cherry um Extinguish Thy Flame
215806
Fríggjadag 27. november
TEMAPLÁTAN 40: 'True Blue', Madonna, 1986
217072
Hósdag 26. november
RagnarRokk 26.november 2026
216439
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Björn Peterson um The Last Nail
216438
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Helle Bohdanova um Monumental
216437
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928