SÍ vann fyrstu FM-finaluna

SÍ vann fyrstu FM-finaluna
Mjølnir var omaná ímóti SÍ miðskeiðis í fyrstu FM-finaluni í flogbólti, men sørvingar vendu dystinum á heimavølli og kunnu nú vinna FM-heitið í Klaksvík
SÍ vann fyrstu FM-finaluna á Mjølni eftir ein javnan og spennandi dyst
Mynd: Flogbóltssamband Føroya  
 
20.03.2025 - 09:16

Høllin á Giljanesi (Polestar-deildin, 1. FM-finalan)

SÍ – Mjølnir 3-1 (25-23, 13-25, 25-23, 26-24)

 

Eftir at SÍ hevði vunnið fyrsta sett 25-23, tók Mjølnir yvir og mestsum flongdi SÍ í 2. setti, har serliga Phil Freere var flúgvandi.

Mjølnir var eisini omaná í 3. setti og legði seg á odda 19-15, 22-17 og 23-18. Men SÍ kom afturíaftur sum eitt óløgi, og við høgum servitrýsti frá Mileta Vesovic vann SÍ tað, sum eftir var, og settið 25-23, skrivar Flogbóltssamband Føroya. 

Gongdin var tann sama í 4. setti, har Mjølnir var á odda 23-19, men SÍ javnaði til 23-23. Mjølnir fekk tó settbólt, men SÍ hóraði undan og vann ístaðin settið 26-24 og dystin 3-1.

Fríggjakvøldið kl. 19:30 verður onnur finalan spæld í Badmintonhøllini í Klaksvík. Vinnur SÍ tá, er SÍ føroyameistari. Vinnur Mjølnir, sama hvat settúrslitini eru, verður ein triðja og avgerandi finala spæld á Giljanesi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201