Forfólkini viðgjørdu føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum

Forfólkini viðgjørdu føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum
Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, legði dent á, at Norðurlondini stuðla Føroyum
Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, var eisini við á talgilda fundinum í gjár.
Mynd: Løgtingið  
 
20.03.2025 - 10:49

Fullgildugur føroyskur limaskapur í Norðurlandaráðnum var á skránni, tá forfólkini í norðurlendsku tingunum høvdu talgildan fund í gjár.

Løgtingsforkvinnan, Bjørt Samuelsen, legði dent á, at Norðurlondini stuðla Føroyum.

Millum annað vilja Føroyar hava fastan sess í formansskapinum hjá Norðurlandaráðnum.

Bryndis Haraldsdóttir í Íslandi tekur undir við Føroyum.

Neyðugt er við samstarvi við baltisku londini og londini við Arktis.

Men fyrst og fremst eiga vit at hugsa um hini londini í norðurlendska samstarvinum, segði Bryndis Haraldsdóttir, sum er næstforkvinna í altinginum.

Svøríki hevur formanskapin í Norðurlandaráðnum í ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006