Brynja seg út til arbeiðssteðg

Brynja seg út til arbeiðssteðg
Nógv bendir á, at Heilsuhjálparafelag Føroya fer at spæla tann ultimativa verkfals-trumfin út, um komandi semingsroyndin ikki ber á mál.
Heilsuhjálparafelag Føroya hevur limirnar aftan fyri seg, um neyðugt verður við arbeiðssteðgi, nú enn ein semingsroynd verður gjørd
Mynd: Heilsuhjálparafelag Føroya  
 
23.03.2025 - 17:17

Týsdagin hittast Heilsuhjálparafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið á Hotel Føroyum til enn eina semingsroynd, har tað má røkka ella støkka.

Arbeiðssteðgur skal fráboðast við 48 tíma freist, sum so aftur hjá Heilsuhjálparafelagnum skal góðkennast á limafundi, ið skal lýsast við 48 tíma freist.

- Men við at hava limafund, samstundis sum aðalfundur var leygardagin, slapp felagið undan hesi 48 tíma seinkingini, sigur forkvinnan í Heilsuhjálparafelag Føroya, Mary Antonsdóttir.

Semingsroyndin týsdagin verður avgerandi fyri, um tað endar við einum arbeiðssteðgi ella ikki, men Mary Antonsdóttir ásannar, at hon ikki hevur alt ov stórar vónir um eitt brúkiligt úrslit, tí so langt var millum partarnar seinast.

Her kanst tú hoyra samrøðu við Mary Antonsdóttir:

2025-03-23-Mary-Antonsdottir

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213