Vápnahvíldin í Svartahavinum enn óviss

Vápnahvíldin í Svartahavinum enn óviss
Tað er enn óvist, nær vápnahvíldin millum Russland og Ukraina á Svartahavinum, verður sett í verk.
 
25.03.2025 - 18:57

Tað er enn óvist, nær vápnahvíldin millum Russland og Ukraina á Svartahavinum, verður sett í verk. 

Volodymyr Zelenskyy, ukrainski forsetin, segði annars fyrr í dag at hon skuldi setast í verk alt fyri eitt. 

Tað segði hann á tíðindafundi í Kiev fyri løtu síðani. 

Men tað er enn óvist, nær Russland ætlar at taka undir við avtaluni. Boðini úr Kreml eru, at Russland vil fyrst hava, at revsitiltøkini móti Russiskum fyritøkum sum útflyta matvørur og tøð, skulu setast út gildi. Tað sigur DR. 

Boðini úr hvítu húsunum fyrr í dag, sambært Reuters og BBC, vóru annars, at USA hevði gjørt avtalur við bæði Ukraina og Russland, um at gera eina avtalu milum londini bæði um trygga sigling í Svartahavinum. 

Tað vil altso siga, at eingin avtala er millum Ukraina og Russland beinleiðis. Men heldur tvær avtalur. Ein millum USA og Ukraina og ein millum USA og Russland. Spurningurin er nú, nær tað aftur skal vera trygt at sigla á Svartahavinum. 

USA og Russland hava váttað, at USA fer at hjálpa russum við aftur at kunna útflyta landbúnaðar og føðivørur. Men hetta sær man í Ukraina sum at revsititøkini móti Russlandi verða linkað, sigur Volodymir Zelenskyy, ukrainski forsetin. 

Russland krevur, at USA skal geva Ukraina boð um at halda avtaluni og Sergei Lavrov, uttanríkisráðharrin í Russlandi, sigur, at teir hava ikki álit á Zelenskyy. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065