Neyðugt at eftirmeta 20 ára gamla fosturforeldraskipan

Neyðugt at eftirmeta 20 ára gamla fosturforeldraskipan
Nýggjastu tølini siga, at 109 børn eru sett heiman
Nevndin í Fosturforeldrafelagnum.
 
26.03.2025 - 08:05

Fosturforeldrafelagið heldur, at neyðugt er at eftirmeta fosturforeldraskipanina, sum skjótt er 20 ára gomul.

Á aðalfundi felagsins leygardagin var áheitan send Djóna Nolsøe Joensen, landstýrismanni, um at fáa sett gongd á eftirmetingina, ongantíð ov skjótt.

Fosturforeldrafelagið vil fegið vera við í arbeiðinum at eftirmeta skipanina, alla, sum hon er.

Nýggjastu tølini, tey eru frá 2023, siga, at 109 børn eru sett heiman.

Tað er, at tey av ymiskum orsøkum ikki kunnu búgva hjá sínum foreldrum.

 

Meginparturin hjá fosturfamiljum

70 prosent teirra eru burturav hjá fosturfamiljum. 30 prosent eru á barnaverndarstovni. 

Harumframt eru 43 børn, sum eru til umlætting hjá fosturforeldrum fastar dagar hvønn mánað.

Fosturforeldrafelagið hevur fingið nýggja heimasíðu og nýtt búmerki.

Á aðalfundinum leygardagin vóru Annlis Bjarkhamar, Herdis Justesen, Birna T. Gunnarsson, Randfríð Skorheim Sørensen og Marjun Sørensen valdar í nevndina.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025