SÍ ella Mjølnir føroyameistari í kvøld

SÍ ella Mjølnir føroyameistari í kvøld
Mjølnir vitjar SÍ á Giljanesi í triðju og avgerandi FM-finaluni í bestu mansdeildini í flogbólti
Mjølnir javnaði til 1-1 í badmintonhøllini í Klaksvík um vikuskiftið
 
27.03.2025 - 11:28

Triðja og avgerandi FM-finalan í bestu mansdeildini í flogbólti verður ímillum SÍ og Mjølnir í kvøld.

SÍ vann fyrstu finaluna 3-1 á heimavølli, men Mjølnir svaraði aftur um vikuskiftið við 3-1 sigri í Klaksvík. Í kvøld vitja klaksvíkingar á Giljanesi.

Skal Mjølnir vinna sítt sjeynda føroyameistaraheiti á rað, skulu klaksvíkingarnir gera tað, sum einki annað manslið hevur gjørt fyrr, og vinna meistaraheitið eftir at hava tapt fyrstu finaluna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334