Hestur hevur nú fingið sína nevnd

Hestur hevur nú fingið sína nevnd
Hestur hevur nú fingið sína staðbundnu nevnd
Hestur og Koltur hava nú fingið sína nevnd.
 
28.03.2025 - 06:50


Hestur hevur nú fingið sína staðbundnu nevnd.

Hana valdi Tórshavnar býráð í gjár.

Í nevndini eru Arna Svanhilda Silvurstein, Frida Súsanna Lenvig og Kári Niclasen.

Tey vóru eisini í nevndini, sum var vald í 2020.

Haraftrat eru Kári Johansen, býráðslimur, og Elsa Berg, borgarstjóri, í nevndini. Hon er forkvinna.

Eingin nevnd var vald á kommunuvalinum 12. november í fjør, tí eingin bjóðaði seg fram.

Býráðið kundi velja nevndina sambært kommunustýrislógini.

Staðbundna nevndin í Hesti umfatar eisini Koltur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375