Nú verður farið undir saltsiloina á Drelnesi

Nú verður farið undir saltsiloina á Drelnesi
Semja er gjørd við byggifelagið, og teir, sum hava játtað stuðul, góðtaka eisini broyttu verkætlanina
 
08.11.2013 - 15:21

Nú er líkt er til, at Saltsiloin á Drelnesi loksins verður veruleiki.

Tað kemur fram í brævi, sum fíggjarmálaráðið hevur sent øllum løgtingslimum.

Verkætlanin fekk eitt skot fyri bógvin í vár, tá tað vísti seg, at tilboðini, ið komu inn, vóru hægri enn stuðulsupphæddin upp á tilsamans 58 milliónir krónur frá A. P. Møller Maersk Grunnurin, danska ríkiskassanum og løgtinginum. Landskassans partur er 20 milliónir krónur.

Samráðst um nýggja avtalu

Síðani hevur Saltsilogrunnurin samráðst við TG Verk um at gera nýggja avtalu, sum heldur seg innan fyri karmin. Hetta verður gjørt við at skarva burtur av verkætlanini. Eitt nú er síðubygningurin tikin burtur.

Danski staturin og A. P. Møller Maersk Grunnurin hava longu boðað frá, at teir góðkenna broyttu verkætlanina.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sigur í brævinum til løgtingslimirnar, at hann týsdagin fer at geva Saltsilogrunninum grønt ljós, treytað av at ráðið millum annað fær frágreiðing hvønn mánað, hvussu verkætlanin gongur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938