Hitamet í Avstralia

Hitamet í Avstralia
Miðalhitin í Avstralia seinastu 12 mánaðirnar var 1,61 stig heitari enn miðal, og tað er met.
Sydney, Avstralia
 
06.04.2025 - 10:44

Miðalhitin í Avstralia seinastu 12 mánaðirnar var 1,61 stig heitari enn miðal, og tað er met.

- Hetta er munandi meira enn við høvdu væntað, hóast vit høvdu lagt upp fyri. Munurin er nógv størri enn tað, sigur Simon Grainger, veðurlagsgranskari á avstralska veðurlagsstovninum. Hann greiðir frá um fleiri hitabylgjur og fá tíðarskeið við kulda seinastu árini. 

Veðrið í Avtralia seinastu 12 mánaðirnar hevur verið merkt av vatnflóð, tropiskum melduródnum og koralrivunum, sum eru bleikt, orsakað av nógvum hita á havfløtuni. Mars-mánaði var eisini met-heitur, - meira enn tvey stig omanfyri miðal. 

Hitamátingar eru gjørdar í Avstralia í meira enn 100 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334