Sólvit Nolsø takkar fyri seg

Sólvit Nolsø takkar fyri seg
Sólvit Nolsø stillar ikki upp aftur til næsta løgtingsval. Hann sigur, at fortreytirnar í Framsókn eru broyttar, síðan hann stillaði upp seinast
Sólvit Nolsø hevur gjørt av ikki at stilla upp til næsta løgtingsval
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.04.2025 - 17:16

Sólvit Nolsø er á veg úr politikki.

Hann stillar ikki upp aftur til næsta val, hvørki fyri Framsókn, ella fyri annan flokk, sigur hann.

Orsøkin er fosturtøkupolitikkurin hjá Framsókn.

"Framsókn hevur samtykt, at fosturtøkupolitikkurin er ein politikkur hjá flokkinum, sum valevni skulu taka undir við. Hetta er ein broytt fortreyt í mun til, tá eg av fyrstan tíð stillaði upp fyri flokkin. Tí kann eg ikki stilla upp fyri Framsókn aftur."

Tað sigur Sólvit Nolsø, sum í dag fór frá sum formaður fyri tingbólkin hjá Framsókn.

Hann verður sitandi sum tingmaður skeiðið út, men stillar so ikki upp aftur.

Sólvit Nolsø fekk 249 persónligar atkvøður til seinasta løgtingsval.

 

Hoyrið samrøðu við Sólvit Nolsø her:

Solvit_fer

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938