Bjarginartrol vann FirstLegoLeague

Bjarginartrol vann FirstLegoLeague
Næmingar úr 7.b. í Skúlanum á Argjahamri vunnu árligu FirstLegoLeague-kappingina, sum leygardagin varð fyriskipað í Føroya Tele-bygninginum í Hoyvík
Mynd: in.fo  
 
11.11.2013 - 11:00

Eitt trol at bjarga tingum í stormi vann árligu FirstLegoLeague-kappingina, sum leygardagin varð fyriskipað í Føroya Tele-bygninginum í Hoyvík.

Evnið var Náttúruvanlukkur, og liðið "Legoholics", sum liðið úr Skúlanum á Argjahamri kallaðist, hevði funnið upp á eitt trol, sum tey kallaðu Netembraser.

Í stuttum kann sigast um hetta trol, at tað kann skjótast upp um eini hús og sostatt binda alt fast í einum, tá stormur leikar á.

Fýra lið høvdu meldað til. Eitt úr Skúlanum við Løgmannabreyt, eitt úr Skúlanum við Løkin í Runavík og eitt úr Skála skúla.

Við sigrinum sleppa næmingarnir úr 7.b. í Skúlanum á Argjahamri um tríggjar vikur til Bodø í Noregi at kappast móti liðum úr hinum Norðurlondunum.

 

Kelda: in.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938