Fleyr og Mjølnir eiga steypafinalurnar

Fleyr og Mjølnir eiga steypafinalurnar
Fleyr og Mjølnir bresta saman í steypafinalunum í flogbólti hjá bæði kvinnum og monnum. Tað er greitt eftir hálvfinalurnar í dag
Kvinnurnar hjá Mjølni skulu royna at knógva FM-vinnarunum úr Fleyr í steypafinaluni
Mynd: Flogbóltssamband Føroya  
 
19.04.2025 - 21:32

Fleyr og Mjølnir bresta saman í steypafinalunum í flogbólti. Tað er greitt eftir drúgvan hálvfinaludag á Giljanesi.

Hjá monnum vann Fleyr kanska eitt sindur óvæntað heili 3-0 á SÍ í fyrra mansdystinum við settúrslitunum 21-25, 20-25 og 19-25.

Mjølnir fór avstað við hinum finaluplássinum við 3-1 sigri á ÍF. Klaksvíkingar vunnu 25-20 í fyrsta setti, áðrenn ÍF javnaði til 1-1 við 25-17. Mjølnir vann síðan 25-14 og 25-22.

 

Somu lið hjá kvinnunum

Hjá kvinnum vann Fleyr 3-2 á SÍ í hálvfinaluni millum tvey tey bestu liðini í Hotel Djurhuus-kappingini í ár. Havnarliðið endurtók sostatt úrslitið frá teimum báðum FM-finalunum. Settúrslitini vóru 22-25, 25-22, 25-20, 24-26 og 15-7 í javnbrótaranum.

Í seinnu hálvfinaluni dróg Mjølnir longra stráið ímóti KÍF og vann 3-0 við settúrslitunum 16-25, 17-25 og 22-25. 

Finalurnar í Bónus-kappingini verða spældar í høllini á Sandi næsta leygardag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329