Formaðurin í HB avsannar venjaraskifti

Formaðurin í HB avsannar venjaraskifti
Ransin N. Djurhuus avsannar søguna um venjaraskiftið í HB, sum stendur í íslendskum miðlum
Adolfo Sormani (í miðjuni) situr enn tryggur í sessinum sigur formaðurin í HB
Mynd: HB  
 
22.04.2025 - 14:23

Íslendski miðilin 433.is skrivar í dag, at HB ætlar at seta Arnar Grétarsson sum nýggjan venjara í felagnum. Hetta tí tað gongur striltið hjá Adolfo Sormani, sum hevur sáttmála fram til endan av 2026, at fáa neyðugu úrslitini í løtuni.

Eftir eina góðkenda byrjan við sigri í Stórsteypadystinum móti Víkingi og fýra sigrum í landskappingini, hevur HB tapt tríggjar ferðir upp í slag. Tvær ferðir móti KÍ og eina ferð móti B36. Tað hevur eisini verið kritikkur av innkeypunum og spæliháttinum hjá HB í ár, men formaðurin í felagnum avsannar søguna um venjaraskiftið.

- Í løtuni er einki hald í søguni. Vit stóla uppá, at Adolfo Sormani klárar at fáa liðið aftur á beint, sigur Ransin N. Djurhuus, formaður í HB.

Størsti kritikkurin av HB í ár hevur verið spælistílurin. Í vetrarsteðginum bleiv Áki D. Samuelsen seldur til Ranheim í næstbestu deildini í Norra. Ein avleiðing av, at HB ikki fann ein skikkaðan avloysara á vonginum, var, at Adolfo Sormani skifti spælistíl. Frá tí framrættaðu 4-3-3 spælskipanini til eina verjukenda 3-5-2 spælskipan.

Keypini hava heldur ikki verið sannførandi. Lettisku spælararnir, miðverjin Klavs Kramens og málverjin Reinis Reinholds, hava báðir mist plássið, meðan norsku áleypararnir, Emil Grønn Pedersen og Jonas Enkerud hava havt trupult við at skjóta mál.

Arnar Grétarsson er íslendskur venjari, sum hevur verið venjari hjá Vali, KA og Breiðabliki í Íslandi og Rosalere í Belgia. Hartil hevur hann verið ítróttarstjóri hjá belgiska Club Brugge og grikska AEK Athen.

HB er í løtuni á triðja plássi í landskappingini og úti av kappingini um Løgmanssteypið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120