15 ára gamal svii handtikin í Sydney

15 ára gamal svii handtikin í Sydney
Løgreglan í Avstralia hevur handtikið ein 15 ára gamal svenskan ríkisborga, sum er undir illgruna fyri at hava roynt at skaffa fólk til at fremja dráp í Danmark og Svøríki
 
23.04.2025 - 10:16

Handtøkan fór fram í síðstu viku, upplýsir danska ríkisdeildin fyri álvarslig brotsverk NSK. NSK kannar málið saman við avstralsku og svensku løgregluni. 

15 ára gamli var varðhaldsfongslaður í síðstu viku. Hann er undir illgruna fyri at vera partur av einum kriminellum netverki, sum hevur roynt at fingið fólk at fremja álvarslig brotsverk.

- Saman við avstralsku løgregluni hava vit gjørt átak móti einum skipaðum kriminellum netverki úr Norðurlondum. Vit hava sostatt steðgað einum 15 ára gomlum drongi, sum vit hava illgruna um, hevði til uppgávu at rekruttera fólk til at fremja bíløgd dráp í Danmark og Svøríki sum liður í áhaldandi stríðnum millum kriminell brotsmannalið í Norðurøkinum, sigur varaløgregluovastin Lars Feldt-Rasmussen.

Løgreglan leitar eftir fólki, sum hon heldur hava stýrt virkseminum hjá 15 ára gamla svenska ríkisborgaranum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523