Johan Dahl vil hava tvey forprosjekt

Johan Dahl vil hava tvey forprosjekt
-Eg havi allatíðina verið sannførdur um, at vit skulu hava ein Suðuroyartunnil. Men málið skal vera væl lýst, sigur Johan Dahl úr Sambandsflokkinum
Jóhan Dahl
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.04.2025 - 21:48

-Eg havi allatíðina verið sannførdur um, at vit skulu hava ein Suðuroyartunnil. Men málið skal vera væl lýst, og allir møguleikar, sum eru, skulu vera væl greiddir úr hondum, sigur Johan Dahl úr Sambandsflokkinum.

Hann vísir til minnilutaálitið hjá partamanni sínum í fíggjarnevndini, Magnusi Rasmussen, sum mælir til, at tvey forprosjekt verða gjørd, eitt fyri linjuføringina, sum leiðir tunnilin upp í Djúpadali, og eitt fyri hana, sum førir tunnilin upp norðan fyri Sandsbygd, nær munnanum á næsta tunli, Sandoyartunlinum.

-Tá man hevur gjørt tey bæði forprosjektini, og lýsir trygdina væl eisini, so haldi eg at vit fara at hava eitt grundarlag, og so tekur man støðu haðani, sigur Johan Dahl.

Johan Dahl heldur, at um uppskotið, sum fyriliggur, verður samtykt, er vandi fyri, at í seinasta enda, tá komið er til at bjóða út, má løgtingið staðfesta, at farið er fram eftir fummum, og at forarbeiðið ikki kann brúkast. Tí er uppskotið hjá Sambandsflokkinum í fíggjarnevndini, at gera tvey forprosjekt, nakað ið fer at økja sannlíkindini fyri, at tunnilin verður til veruleika, tá samanumkemur, heldur Johan Dahl.

 

1740836

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481