Ísland róði og sjarmeraði seg í Eurovision-finaluna

Ísland róði og sjarmeraði seg í Eurovision-finaluna
Fyrra Eurovision-hálvfinalan gjørdist eitt gott kvøld fyri Norðurlond. Tað varð væntað, at Svøríki og Noregi komu í finaluna, men Ísland tók øll á bóli við at rógva aftaná
Mynd: EBU  
 
13.05.2025 - 23:30

Íslendsku Matthíasson-beiggjarnir í bólkinum VÆB, Hálfdán Helgi (21) og Matthías Davíð (20), vóru ikki spáddir líkinda møguleikar at syngja seg í Eurovision-finaluna við teirra fríska og sjarmerandi sangi "Róa", ið merkir at rógva. 

Men VÆB tók øll á bóli og sang seg í finaluna við einari sera sannførandi og sjarmerandi framførslu, ið fekk bæði áhoyrararnir í St. Jakobshalle í Basel, men eisini fólk heima í stovunum upp at dansa - í øllum førum við føtrunum. 

Nútímans sjómansvísan, har íslendsku kúllarnir nevna Føroyar, fór reint inn.

Með árar úr stáli
Sem duga í ár
Stefni á Færeyjar
Já, eg er klár

Hetta merkir:

Við árum úr stáli,
sum halda í eitt ár,
við kós móti Føroyum,
ja, eg eri klárur

 

Svøríki er stórfavorittur

Yvirhøvur var fyrra hálvfinalan eitt gott kvøld fyri Norðurlond. Umframt Ísland, so komu Svøríki og Noregi eisini í finaluna. 

Svøríki er enn einaferð millum stórfavorittur at vinna Eurovision-sangkappingina við fangandi sanginum hjá KAJ um "Bara bada bastu", ið er ein kvøða til finsku baðstovuna. 

Eisini Estland liggur eisini væl í svinginum við Tommy Cash og hansara sangi "Espresso Macchiato", ið hinvegin er ein kvøða til serliga kaffislagið. 

 

Tey 10 londini, ið komu í finaluna, vóru:

  • Noreg | Kyle Alessandro – "Lighter" 
  • Albania | Shkodra Elektronike – "Zjerm"
  • Svøríki | KAJ – "Bara Bada Bastu" 
  • Ísland | VÆB – "RÓA"
  • Niðurlond | Claude – "C’est La Vie"
  • Pólland| Justyna Steczkowska – "GAJA"
  • San Marino | Gabry Ponte – "Tutta L’Italia" 
  • Estland | Tommy Cash – "Espresso Macchiato"
  • Portugal | NAPA – "Deslocado"
  • Ukraina | Ziferblat – "Bird of Pray"

 

Londini, ið ruku út

  • Slovenia | Klemen – "How Much Time Do We Have Left"
  • Belgia | Red Sebastian – "Strobe Lights"
  • Aserbadjan | Mamagama - "Run With U"
  • Kroatia | Marko Bošnjak – "Poison Cake"
  • Kyprus | Theo Evan – "Shh"

 

Tey stóru fimm, ið eru sjálvskrivaði í finaluni

  • Bretland
  • Spania
  • Týskland
  • Frakland
  • Italia
     
  • Sveis (vertsland)

 

Fyrra hálvfinalan í Eurovision-sangkappingini kann endursíggjast á YouTube. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. mars
Vikuskiftið 13 mars 2026
205599
Fríggjadag 13. mars
LEITISSTEIN 13.03.2026
205593
Fríggjadag 13. mars
Eitt korter við kórtónleiki 10. mars 2026
205581
Fríggjadag 13. mars
Andglettur
205568
Fríggjadag 13. mars
Góðan morgun Føroyar
205563
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. mars
Veðrið
205595
Fríggjadag 13. mars
Tá røktin ikki røkkur - teknmálstulkað
205591
Fríggjadag 13. mars
Andgletturin - Sambandsflokkurin
205567
Fríggjadag 13. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205561
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547